2023-08-15 16:18
Champions League-dysturin millum Molde og KÍ byrjar klokkan 18, og tað merkist í Molde.
Ein rúgva av KÍ-fjepparum hava gjørt innrás. Tvey flogfør eru komin beinleiðis úr Føroyum, og aðrir føroyingar og norðmenn hava funnið vegin til Molde fyri at stuðla KÍ.
Nógvu útiáskoðarar seta sín dám á býarmyndina. Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting, men nógv hava eisini partvíst verið á matstovuni Egon og aðrastaðni.
Sí myndir úr Molde, sum Sverri Egholm hevur tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald