Fótbóltur

Myndir: KÍ í Moldova

Allir í hópinum sluppu tíverri ikki inn í landið - trupulleikar vóru við innferðarloyvinum hjá Ahmed Latif. Nú er liðið í Transnistria-økinum.

Árni Frederiksberg hevur fingið fatur á sínum viðføri (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg hevur fingið fatur á sínum viðføri (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-30 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - Triðja flogferðin hjá KÍ-hópinum seinasta samdøgrið, í samband við seinna Europa-League playoff dystin, kom at enda eftir nakað av turbulensi.

Tað var eisini nakað av órógvi á flogvøllinum í moldoviska høvuðsstaðnum. Tað endaði tíverri við, at Ahmed Latif ikki slapp gjøgnum passeftirlitið.

21-ára gamli KÍ-spælarin er úr Gana. Við hansara passi slepst ikki beinleiðis ígjøgnum í Moldova, og tískil hevði hann fingið eitt sonevnt Schengen-innfaraloyvi. Hatta vísti seg ikki at vera nóg mikið - eitt serstakt moldaviskt er neyðugt í slíkum førum vóru boðini á flogvøllinum.

Magne Hoseth og onnur í KÍ-ferðalagnum royndu, men moldoviski myndugleikarnir vóru hvørki at høgga ella at stinga í. Ungi afrikanarin fær nú eina ferð heim til Føroyar aftur.

Latif er komin inn til nakrar evropeiskar dystir og hevur byrjað inni tveir teir seinastu Betrideildar-dystirnar. 

KÍ-hópurin koyrdi í umleið ein og ein hálvan tíma til serstaka Transnistria-økið, sum er sjálvstøðugt frá restini av Moldova. Har var passeftirlit og annað eisini kravt. Nú hvílur hópurin seg á gistingarhúsi - í kvøld er venjing á leikvøllinum hjá Sheriff Tiraspol á skránni. Portalurin verður til staðar.

UEFA Europa League Play-off, seinni dysturin
Hósdagin 31.08
18.00: Sheriff Tiraspol - KÍ (1-1)

Kringvarpið sendir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder