Fótbóltur

Myndir: KÍ viðhaldsfólk samlast í Malmø

Tað var fyri løtu síðani, at KÍ viðhaldsfólk byrjaðu sína ferð inn til stadionøkið, men fyrst var tíð til hugna og gaman.

Høvuðstrummararnir hjá fjepparafelagnum Bláa Bylgjan, leggja lunnar undir dagsins virksemi. (Mynd: Áron Vest)

Høvuðstrummararnir hjá fjepparafelagnum Bláa Bylgjan, leggja lunnar undir dagsins virksemi. (Mynd: Áron Vest)

2024-07-23 16:10 Author image
Áron Vest
placeholder

Hýrurin tykist vera góður og viðhaldsfólkini eru sera spent til dyst.

Millum KÍ fjeppararnar er millum annað svenski Richard Leufstedt, ið er ovfarin av kærligu móttøkuni hann fekk í KÍ leguni.
Eisini kom stórspælandi Hillerød-leikarin, føroyski Adrian Justinussen, ein túr at vitja KÍ viðhaldsfólk.


Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ

Stroyming: tv.ki.fo

Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og vit hava ymiskt tilfar gjøgnum dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder