Fótbóltur

Myndir: Komu í gongd aftur í góðveðrinum

Føroyska A-landsliðið við monnum hevði seint seinnapartin sína fyrstu venjing undan undankappingardystunum á Tórsvølli. Sí myndir.

Spælararnir bæði stuttleikaðu sær - við frisbee í upphitingini - og vandu taktiskt (Mynd: Sverri Egholm)

Spælararnir bæði stuttleikaðu sær - við frisbee í upphitingini - og vandu taktiskt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-13 18:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan sjálvari venjingini var lítið hátarhild, og nøkur orð vórðu søgd, í samband við at nýggja ljósskipanin alment varð tikin í nýtslu. Umboð fyri Tórshavnar kommunu og FSF vóru til staðar.

Ljósini fara helst at gera heilt lítlan mun leygarkvøldið. Sagt verður frá heilt góðum veðri tá, eins og tað er nú. Kekkia vitjar í EM-undankappingini, og føroyska liðið fyrireikar seg nú til uppgávuna.

Spælararnir bæði stuttleikaðu sær - við frisbee í upphitingini - og vandu taktiskt undir leiðslu av Håkani Ericson. Tað kundi bent á, at Føroyar fara at spæla við trimum miðverjum.

Ein av teimum seks miðverjunum í hópinum, Rógvi Baldvinsson, vandi ikki við í dag. Bryne-spælarin hevur ein lítlan skað at dragast við.

Magnus Egilsson sást á vøllinum. Vinstri bakkurin úr B36 tykist at hava avloyst Ára Mohr Jónsson, sum í dysti fyri HB - móti júst B36 - leygarkvøldið fekk eitt strekk í lærið. Tað eru sløk fýra ár síðani, at 29- ára gamli Magnus Egilsson spældi á landsliðnum seinast.

A-landsliðið venur í morgin, hósdagin og fríggjadagin. Vit hava meira tilfar úr landsliðsleguni í kvøld, í morgin og næstu dagnarnar.

Sí myndir, ið Sverri Egholm tók í sólskininum á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder