2022-05-21 16:53
Í frálíka veðrinum seinnapartin runnu omanfyri 1000 kvinnur í árligu kvinnurenningini.
Eftir tvey ár undir koronu, var kvinnurenning aftur á vanligan hátt, har allir luttakararnir renna ella ganga samstundis. Teinarnir vóru fimm kilometrar og 3,8 kilometrar. Síðst nevndi teinur verður eisini róptur “barnavognsrutan”.
Byrjað var við upphiting á Tórsbreyt, og síðani varð runnið oman á Vaglið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald