Tað er nakað av ivamálið um Teit Matras Gestsson. Málverjin fekk ein ordiligan stoyt, tá landsliðsliðfelagin Arnbjørn Svensson brast inn í málverjan í seinnu hálvfinaluni í Sarpugerði fyri ellivu døgum síðani.
Annars eru allir í hópinum heilt væl fyri. Føroyska liðið hevur nógvar venjingar næstu dagarnar undan fyrsta Nations League-dystinum.
Hann verður spældur móti Norðurmakedónia leygardagin. Norðurmakedónar vunnu 1-0, tá liðini hittust í venjingardysti í Skopje í fjør. Norðurmakedónia var til EM-endaspælið í 2020 og er favorittur at vinna Nations League bólkin, sum eisini hevur Lettland og Armenia við.
Frysta bríksl verður klokkan 14. Ov tíðliga sambært nógvum. Sambært FSF er tað tó UEFA, ið ásetur sjálva tíðarásetingina, og er einki at gera við tað. Tað eru ikki nógv atgongumerki seld.
Sí myndir frá fyrstu løtuna av venjingini í góðveðrinum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald