Føroyameistaraheitið hjá kvinnum kann verða avgjørt leygardagin. Tað gjørdist greitt í aðru FM-finaluni millum Neistan og H71 í kvøld, sum varð leikt í Høllini á Hálsi, har hoyvíkskvinnur vunnu stórsigur, 26-19.
Støðan í hálvleikinum var 15-8 til gestirnar, og H71 helt fram við somu øði í seinna hálvleiki.
Sostatt er 2-0 til H71 í finalusigrum, og tí verður ógvuliga trupult hjá Neistakvinnum. Tær skulu nú vinna tríggjar finalur á rað fyri at vinna FM.
Vinnur H71, verður hetta fyrsta FM-heitið á kvinnusíðini í søgu felagsins.
FM-finala 1
H71 - Neistin 29-24 (16-11)
FM-finala 2
Neistin - H71 19-26 (8-15)
FM-finala 3
H71 - Neistin (Leygardagin kl. 17)
Sí myndir úr Høllini á Hálsi í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald