Føroyski hópurin savnaðist stutt eftir døgurða við Streymin. Høllin beint við skúlan á Oyrarbakka er lutfalsliga nýggj, hon er snotilig, og nógvir dugnaligir hondbóltsspælarar vóru á gólvinum í dag.
Hetta var fyrsta almenna venjing hjá kvinnunum saman fram ímóti avgerandi EM-undandystunum móti Svøríki og Íslandi hesa vikuna. Jana Mittún og Pernille Brandenborg komu til landið tíðliga í morgun, eftir at tær spældu í danska meistaraspælinum í gjár. Harvið var hópurin fullfíggjaður.
Claus Mogensen og Simon Olsen fingu koyrt ymiskt taktiskt ígjøgnum. Millum annað varð 7 ímóti 6 spælið, sum kann gerast ein lykil í álopinum, vant leingi. Har var Annika Petersen í mál – verjuspælararnir vóru U18-dreingir.
U18-landsliðið við monnum skal til EM-endaspælið í Montenegro í august og hevur havt nakrar venjingar saman í vikuni. Í dag vóru teir millum annað sparringspartnarar, og er hetta góð venjing fyri báðar partar.
Kvinnurnar vandu eisini sína 6-0 verju. Svenska styrkin, ið tær møta mikukvøldið er stór.
Fitt av fólki fylgdu venjingini. Hondbóltssamband Føroya upplýisir at nógv vera eisini á Hálsi mikukvøldið: Í løtuni eru umleið 400 atgongumerki eftir, so talan verður um í øllum førum nakað yvir 1.000 áskoðarar – og helst fleiri.
Sverri Egholm tók myndirnar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald