Myndir: Savnaðu omanfyri 50.000 krónur til Ukraina

Hóskvøldið skipafi StÍF fyri stuðulstiltaki á Skála – Á skránni var m.a. veterandystur, uppboðssøla og tombola.

(Mynd: Egin Tollaksson Kass)

(Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2022-04-02 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv fólk møttu til stuðulstiltakið í høllini á Skála fyrrakvøldið, 31. mars, sum kvinnuliðið og mansliðið hjá StÍF skipaðu fyri.

Fólk stóðu í kø til vørutombula, og tað tók einans 15 minuttir at selja seðlarnar. Til stuðulsdystin millum mansveteranar hjá StÍF og Kyndli møttu eisini nógv fólk, og dysturin endaðaði 26-19 til StÍF.

Eftir stuðulsdystin var uppboðssøla av leikaraklæðunum hjá kvinnunum og monnunum frá seinasta kappingarári, og komu áleið 30.000 krónur inn hesa løtuna. Inn komu tilsamans meira enn 50.000 krónur. Peningurin fer allur til hjálp í sambandi við flóttastøðuna í Ukraina, og verður hann í næstum latin Reyða Krossi Føroya.

– Tiltakið var sera væl eydnað, og StÍF kvinnu- og mansliðið takka hjartaliga øllum stuðlunum fyri góða undirtøku, skrivar StÍF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder