Tuzla, Bosnia (Portalurin): Í mun til í gjár, vóru mál í fótbóltsdystunum undir upphitingini í SKPC "Medjan" Tuzla.
Teir yngru vunnu fult uppiborið við góðari hjálp frá 40-ára gamla hjálparvenjaranum: Eyðsýndi Hjalti Mohr Jacobsen skoraði fyrst, áðrenn Óli Mittún og Bjarni í Selvindi syrgdu fyri snildum máli til 2-0. Teir annars ófarligu eldru fingu eitt troystarmál takkað verið Teis Horn Rasmussen.
Júst Teis vandi ikki í gjár, tí sterki strikuspælarin og miðverjin var heldur illa fyri. Tíbetur vandi hann fulla venjing í dag, har serliga álopsspælið var í fokus - í gjár var tað verjan.
Ikki óvæntað sær tað út til, at Føroyar fara at nýta 7 móti 6-spælið nógv, og tað verður við Óla Mittún í miðdeplinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki við, og merkir føroyska spælið á onkran hátt. Ymiskar samansetingar vórðu royndar í bakketuni, og eisini 6 móti 6 varð fínpussað.
Sí eisini: Nú skulu nógvir taka ábyrgd - tíðin er búgvin hjá okkum at koma til HM
Fyrri HM-røkkstøkkdysturin verður spældur her í morgin, Kristi Himmalferðardag, klokkan 19 føroyska tíð.
FM1 sigur frá og til ber at fylgja gongdini á Portalinum - í livescore og í bloggi.
Sí myndir frá venjingini í dag niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald