Podgoricia, Montenegro (Portalurin): - Eg eri faktiskt í sjokk. Hetta er fantastiskt.
Hetta staðfesti Súna Krossteig Hansen, stutt eftir at hon var komin inn í "Bemax Arena". 25-ára gamla havnarkvinnan fær stóru høllina við góðu umstøðunum sum sín heimavøll næsta kappingarár, tá hon skal spæla fyri ŽRK Budućnost: Nógv tað størsta liðið í Montenegro og tvífaldur Champoons League-vinnararnar.
Video við Súnu, tá hon vitjar nýggja heimavøllin, kemur seinni
Fyrst skal Súna K. Hansen tó hugsavna seg um uppgávuna her í morgin fyri Føroyar. Talan er um seinasta dystin í søguligu góðu undankappingini hjá liðnum, sum skal til EM-endaspælið í desember.
Støðan í bólkinum eftir fimm av seks umførum
1. Montenegro 8 stig *
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig
* Vìðari til EM-endaspælið í desember
Montenegro er eisini víðari og fer at vinna bólkin, uttan so at Føroyar vinna við sjey málum her í morgin. Í oktober vann Montengro 32-26 við Tjarnir (fyrsta umfar í EM-undankappingini) og í november 32-27 í Trier í (í HM-bólkaspælinum), so føroyska liðið skal í øllum førum royna at koma nærri sterka liðnum í morgin, har man annars kann spæla við "akslunum nakað niðri".
Sí eisini: Hvør er hvør við Lív og Vár á føðingardegi teirra (Video)
Rannvá: - Eg kann fáa fleiri mál enn babba um Jana spælir til mín
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í stóru leikhøllini í Podgorica, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald