Hondbóltur

Rannvá: - Eg kann fáa fleiri mál enn babba um Jana spælir til mín

Jana Mittún og Rannvá Olsen skoraðu samanlagt tólv mál móti Íslandi mikudagin, men hvussu nógv mál skoraðu Petur Mittún og Ingi Olsen móti Íslandi í 1996? Tað skuldu landsliðsspælararnir millum annað svara uppá í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-11 15:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Tær eru javngamlar og hava harvið spælt nógv saman á ungdómslandslium, á A-landsliðnum seinastu árini og eitt ár í H71.

Men áðrenn Jana Mittún og Rannvá Olsen gjørdust liðfelagar, og nakað áðrenn tær vóru føddar, spældu pápar teirra saman - millum annað tveir landsdystir móti Íslandi fyri 30 árum síðani.

[object Object]
Vestmenningurin Ingi Olsen var venjari hjá H71 í FM-ári, har bæði Jana Mittún og yngsta dóttir, Rannvá Olsen, spældu við. Hann hevur eisini gjørt vart við seg sum spælari og viðmerkjari (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Petur Mittún (t.h.) hevur áðurt gjørt bart móti Íslandi á Hálsi - júst hvussu nógv mál pápi Janu gjørdu í 1996, kom fram í Montenegro í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pætur Nolsøe hevði gravað nøkur hagtøl fram á hondbólts hagtalssíðuni handballstatz.com, og 22-ára gomlu landsliðskvinnurnar skuldu vita, hvør visti og mintist best - bæði í mun til pápar teirra, systkin teirra og egnu avrik.

Sí video ovast, har Jana Mittún millum annað eisini helt fyri, at pápin var nakað øðrvísi spælari enn hon sjálv og beiggjarnir eru.

Hoyr alla spurnarkappingina og sendingina, har Bjarta Johansen og Pernille Brandenborg eisini vóru við, her

Mikudagin skoraðu Jana og Rannvá ávikavist 7 og 5 mál í frálíkum avriki og sigri á Íslandi

[object Object]
Rannvá Olsen og Jana Mittún á svalanum á gistingarhúsinum í miðbýnum í montegrinska høvuðsstaðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Video: Hvør er hvør við Lív og Vár á føðingardegi teirra

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder