Eins og í Reykjavík í 1. umfari, syftu Føroyar grannarnar fyri vestan. Hesaferð var tað ikki við mýkindum: Tað kundi væl verið størri sigur enn fimm mál.
Spælið var flótandi og flott. Tað var sanniliga eisini snilt til tíðir, og ein rúgva av føroyskum atgerðum - við og uttan bólt - angaðu langan veg av yvirskoti.
Nakað út á 2. hálvleik gjørdist greitt, at Ísland ikki fór at koma inn aftur í dystin. Til tess var føroyska avrikið bara ov gott. Bæði sum lið, sum apparat og hjá einstaklingum.
Eitt var Annika Fríðheim Petersen, sum tók pippið av íslendkska álopinum saman við stinnari verju. Eitt bjargingarprosent um tey 40 siga sína søgu um ein sinnisliga sterkan og klókan málverja: Hon hevur ikki spælt ein kappingardyst, fyriuttan við Føroyum, í yvir eitt ár, og hevur ligið við hálsbruna og fepri upp til dystin.
Sí eisini: Annika: - Tað merkir bara meira at spæla fyri Føroyar (video)
Jana Mittún (7 mál og 7 upplegg) var i toppformi og átti stóran lut í serliga flotta kontra- og álospspælinum hjá Føroyum. Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy gjørdu meira enn sítt við ágangandi spæli, Natasja Hammer kom inn við góðum málum, og vengurnir fóru av álvara at skora fyri steðgin: Rannvá Olsen (fimm mál) og Brynhild Pálsdóttir vóru púra tryggar.
![]()
![]()
Súna Krossteig Hansen stríddi seg til brotskøst, vardi væl og fekk flott mál og upplegg (9 mál + upplegg við vunnum brotskøstum)
Tað var Pernille Brandenborg so sanniliga eisini: Tólv skot og tólv mál vitnar um krútsterkt avrik - tað besta hjá strikuspælaranum í einari undankapping í øllum førum - men so er tað alt, sum man ikki sær á tølunum: Òteljandi góðar "screeningar", sum góvu pláss hjá bakspælaranum og sterkt verjuavrik saman við serliga Lív Zachariasen mitt fyri.
Og tá føroyski liðskiparin fangaði leysan bólt og øktr til pluss tvey beint fyri stegðin, fyri síðani at brøla sína gleði út, var man ikki í iva: Pernille var bara á vøllinum fyri at vinna fyri Føroyar.
Pernille eftir sigandi málið (Mynd: Sverri Egholm)
Eins og Jana, var Pernille Brandenborg á heilt øðrum stigi enn í dystunum móti Portugal: Á altjóða toppstigi. Nú var økslinin fullgóð, og avriki sendi Føroyar so nær EM sum gjørligt, uttan at vera inni, og fult uppiborið varð liðskiparin kosin fagsins spælari
Sí eisini: Pernille Brandenborg: - Alt gekk upp í eina hægri eind og deiligt at hinar tímdu at spæla til mín
----------------------------------------
EM-undankappingarbólkur 4, fimta umfar av seks
Mikudagin 8. apríl við Tjarnir
Føroyar - Ísland 35-30 (18-16)
Dystargongdin:
5 min: 4-2
10 min: 7-7
15 min: 10-12
20 min: 13-13
25 min: 15-14
30 min: 18-16
35 min: 19-18
40 min: 23-19
45 min: 26-22
50 min: 29-23
55 min: 32-27
60 min: 35-30
Málskjúttar hjá Føroyum:
Pernille Brandenborg 12 (av 12) - dagsins spælari
Jana Mittún 7 - flest upplegg við 7
Rannvá Olsen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Súna Krossteig Hansen 3
Brynhild Pálsdóttir 2
Natasja Hammer 2
Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 12/30
Rakul Wardum 2/14
Støðan í bólkinum
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig
4. Ísland 2 stig *
* Ein dyst fleiri
Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum
Portugal tekur ímóti Montenegro í morgin, hósdagin 9. apríl, klokkan 19. Tá kann tað gerast endaliga staðfest, at Føroyar skulu til EM 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald