Mjølnir vann grundspælið, men SÍ var stinnari innanhýsis, tá á stóð.
Sørvágskvinnur vunnu finalu nummar eitt, sum var í Klaksvík mikukvøldið. Harvið kundu tær avgerða á "heimavølli" á Giljanesi í dag, og tað eydnaðist - hóast Mjølnir vann tvey tey fyrstu settini.
Neyðugt var við fimm-settara, og har vann SÍ 15-12, eftir at Mjølnir hevði roynt eitt "come-back" hinvegin.
Les eisini: SÍ føroyameistari eftir fimmsettara ímóti Mjølni
Hotel Djurhuus-deildin, onnur FM-finalan:
SÍ – Mjølnir 3-2 (26-28, 23-25, 25-20, 25-17, 15-12)
Harvið eru sørvágskvinnur føroyameistarar fyri fyrstu ferð síðani 2023. Steypakappingin er framvegis eftir - og menninir hjá somu feløgum stríðast framvegis um gull.
Sí myndir, sum Jens Kr. Vang tók á Giljanesi seinnapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald