Fyri stuttum vóru U20-menninir í Rumenia og spældu EM-endaspæl. Skjótt eiga U18-menninir tørn.
Eins og við U20 kann alt U18-endaspælið síggjast ókeypis á Portalinum við føroyskum frásøgufólki og viðmerkjarum. Til ber eisini at lurta eftir dystunum á FM1.
Seinastu tíðina hevur liðið fyrireikað seg - millum annað við vebjngardystum móti Íslandi síðsta vikuskifti og vejing við teambuilding í Klaksvík leygardagin.
Í dag hevði liðið seinastu venjingina áðrenn fráferð til Serbia. Hetta í Hoyvíkshøllini har vit vóru framvið við myndatólinum.
Allir vandu - Micah Wardum Ragnarsson eitt sindur fyri seg. H71-málverjin hevur havt trupulleikar við fótinum eftir hending í dysti í Íslandi men burdi tó verið til reiðar fyrsta dystin mikudagin.
Jónas Fossabrúgv, yngsti spælarin í hópinum, og Boas Ellefsen á Skipagøtu, størsti profilurin síggja eisini út til at vera komnir fyri seg eftir snuddir.
Føroyar leggja fyri móti Finnlandi mikudagin, ólavsøkudag, klokkan 13.30 føroyska tíð. Hinir bólkadystirnir, móti Spania og Eysturríki eru á skránni seinni í vikuni. Tvey lið koma víðari úr bólkinum.
Meira um kappingina seinni - sí myndir frá seinastu venjingini í Føroyum niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald