Vanligu stjørnukokkarnir á Norrønu vóru í dag skiftir út við stjørnur, sum dagliga vísa síni kynstur á hondbóltsvøllinum. Men dugir A-landsliðið hjá monnum eisini at gera mat?
Liðið er savnað í hesum døgum fram til farið verður til EM-endaspæl í Oslo í næstu viku, og eitt av sosialu tiltøkunum var Masterchef-kapping á Norrønu í dag. Hesa skipaði fyrrverandi hondbóltsspælarin og nú høvuðskokkur hjá Smyril Line, Janus Einar Sørensen, skipaði.
Hópurin varð býttur í fýra bólkar við hvør sínum leiðara og so var bara at fara í gongd. Á matarlepanum var hummarabisque til forrætt, oksalundir við hasselbakaðum eplum og soppasós til høvuðsrætt og sjokulátakøkuna Gateau marcel omaná.
Matgerðin gekk sum heild væl - hóast ikki altíð so elegant og heldur ikki beint eftir uppskriftini. Royndarkaninir vóru unnustur og foreldur, og tey fingu heiðurin geva ummæli.
Júst Norrøna fer í næstu viku at flyta yvir 1.000 spentar føroyingar til Oslo, har tey fara at stuðla dagsins kokkum.
Vit vóru við myndatólinum í galluni á Norrønu seinnapartin. Sí myndir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald