Hondbóltur

Myndir: SSV Brixen - VÍF

Vestmenningar taptu fyrra European Cup-dystin við tveimum málum. Sí myndir úr Vestmanna Ítróttarhøll.

2023-12-02 19:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

SSV Brixen og VÍF hittust í kvøld í fyrra European Cup-dystinum av tveimum, sum verða leiktir í Vestmanna um vikuskiftið.

Italska Brixen var favorittur undan dystinum, men stóran part av dystinum var VÍF eitt og tvey mál framanfyri. Í steðginum vóru vestmenningar á odda 17-18.

Tað endaði tó við at Brixen fór avstað við sigrinum 37-35.

Filip Jojic gjørdist toppskjútti við heili 17 málum.

Í morgin klokkan 17 fær VÍF møguleikan at svara aftur, tá liðini hittast í seinna dystinum.

Hetta er fyrstu ferð í 25 ár, at evropahondbóltur er í Vestmanna aftur.

Sí myndir, sum Jens Kristian Vang tók í kvøld:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder