
Minni enn eitt samdøgur er til føroysku hondbóltsmennirnir aftur skulu dystast við Ukraina í EM-undankappingini. Hesaferð verður tað í Royal Arena í Ørestad; nakað frá hjartanum í Keypamannahavn.
Tað var har, at Føroyar høvdu sína venjing frammanundan dystinum. Liðið fekk koyrt fleiri ting ígjøgnum tann stóra tíman í kvøld, og tað sá út sum, at leikararnir gleddu seg at spæla í stóri multihøllini. Hon er frá 2017 og verður eisini nýtt til konsertir.
Royal Arena liggur í umhvørvi, har nógvir glæsiligir bygningar eru, m.a. gistingarhús, og har nógv nýtt verður bygt. Kenda handilsmiðstøðin Fields liggur beint við.
Føroyar og Ukraina spæla í morgin klokkan 16.45 føroyska tíð.
Samrøður (Video) frá venjingini:
Eingin av føroysku leikarunum roynt so stóra høll áður
Sonni Larsen: Vit gleða okkum ógvuliga nógv
-
Áskoðararnir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
-
Nicklas Selvig og Peter Krogh (Mynd: Sverri Egholm)
-
Niklas Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Helgi H. Hoydal (Mynd: Sverri Egholm)
-
Hans Eli Sigurbjørnsson (Mynd: Sverri Egholm)
-
Petur Sivertsen og Sára Jógvansdóttir (Mynd: Sverri Egholm)
-
Nicholas Satchwell (Mynd: Sverri Egholm)
-
Rói Berg Hansen og Eirikur Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Niklas Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)
-
Teitur Magnusson, Banknordik (Mynd: Sverri Egholm)
-
Tróndur Kragesteen, Rógvi Dal Christiansen og Hans Eli Sigurbjørnsson (Mynd: Sverri Egholm)
-
Sonni Larsen, venjari (Mynd: Sverri Egholm)
-
Royal Arena (Mynd: Sverri Egholm)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald