Hondbóltur

Myndir: Tvær vikur til fyrsta EM-dystin

Landsliðshópurin vandi saman á Hálsi fyrr í dag. Allir eru ikki tøkir enn, men spenningurin økist. Sí myndir.

Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-28 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-endaspælið hjá Føroyum byrjar um júst tvær vikur. Hósdagin 11. januar er Slovenia mótsstøðuliðið í Berlin.

Nú jólini eru farin afturum, eru fyrireikingarnar til hendan søguliga dystin og endaspælið sum heild av álvara farið í gongd.

Í gjár vandi føroyski hópurin tvær ferðir á Eiði - í dag var venjing á skránni á Hálsi í Havn. Undan venjingini var upplegg við málmans-og mentalvenjaranum Jens á Skipagøtu. Fótbóltsdystur var partur av upphitingini, og har vunnu teir yngru - heldur óvæntað.

Í hondbóltsvenjingini varð dentur millum annað á skjót álop, yvirtalsspæl og undirtalsverju.

Venjingarnar nú eru annars merktar av, at fleiri spælarar mangla. Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún eru framvegis í Svøríki, har umfar er á skránni í morgin - Óli spælir tó ikki vegna fótin. Stóribeiggi Óla, Pauli Mittún, og Petur Krogh venja ikki vegna líknandi snuddir. Teir súkklaðu og fingu viðgerð í dag og vera til reiðar heilt skjótt.

Strikuspælararnir Ísak Vedelsbøl og Teis Horn Rasmussen eru raktir av sjúku - Elias Ellefsen á Skipagøtu vandi ikki fulla venjing. Tríggir spælarar, sum ikki eru í endaliga hópinum men í bruttohópinum, vandu við: Bjarni í Selvindi, Janus Dam Djurhuus og Sveinur Olafasson.

Sí eisini: Myndir: Øðrvísi fyrireikingar til endaspælið

Her á Portalinum verður nógv tilfar næstu tíðina. Sí myndir ið Sverri Egholm tók á Hálsi niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder