- Vit eru so ikki keddir av, at veðrið er, sum tað er. Tit kunnu kanska spyrja turkar hvussu tað er at spæla í Tórsvølli í slíkum veðri, segði Håkan Ericson smílandi og sipaði til flotta 2-1 sigurin hjá Føroyum í ringa veðrinum í fjør
- Men álvara: Vit vita ikki, hvørja ávirkan veðrið fer at hava
Soleiðis svaraði føroyski landsliðsvenjarin, tá ein pólskur tíðindamaður heldur stúrin spurdi um veðrið.
Veðurforsøgnin sær betri út til í morgin, men sambært pólska miðlinum verður hetta helst ein av teimum dystunum í søgu teirra, har tað verður ringast veðurlíkindi. Hett fyllir eitt sindur hjá póllendingunum - liðið kom fyrr til Føroyar enn ætlað, orskaða av veðurforsøgnini.
Sí myndir frá vindhørðu venjingini, sum Sverri Egholm tók, her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald