A-landsliðið hjá monnum í fótbólti hevði í dag venjing á Estadi Nacional í Andorra. Hetta var seinasta venjing undan Nations League-dystinum móti Andorra, sum verður bíkslaður í gongd klokkan 14 í morgin.
Liðið kom til Andorra í gjár við dramatiska 3-2 sigrinum á Malta á Tórsvølli hóskvøldið í skjáttini.
Føroyar hava seinastu árini havt tað trupult móti lítla fjallalandinum, Andorra. í HM-undankappingardysti í mars 2017 spældu okkara menn málleysan javnleik, har Jóan Símun Edmundsson eisini fekk reytt kort.
Á heimavølli seinni sama ár eydnaðist tað Føroyum at vinna 1-0 við máli frá Gilla Rólantssyni Sørensen.
Les eisini: Bert eitt mál í trimum dystum millum londini
Landsliðsvenjarin Håkan Ericson segði við Portalin hóskvøldið, at graslíksivøllurin í Andorra er vánaligur og ger tað trupult at spæla skjótan fótbólt. Hann segði, at hetta ger, at nakrar justeringar verða taktiskt og møguliga onkur broyting í byrjunaruppstillingini.
Dysturin millum Andorra og Føroyar í morgin byrjar sum nevnt klokkan 14, og verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Sí myndirnar, sum Hans Erik Danielsen frá FSF tók frá venjingini í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald