Fótbóltur

Næsta HM-finalan verður spæld í New York-økinum

MetLife leikvøllurin í New Jersey verður karmur um endadystin í HM 2026, sum verður tað størsta nakrantíð. Fyri triðju ferð í søguni verður byrjanardysturin í Meksiko býi.

Finalustaðið verður vanliga nýtt til amerikanskan fótbólt. New York Giants og New York Jets hava heimavøll har - staðið við beint yvir 80.000 áskoðarum verður tó eisini nýtt til annað (Mynd: EPA)

Finalustaðið verður vanliga nýtt til amerikanskan fótbólt. New York Giants og New York Jets hava heimavøll har - staðið við beint yvir 80.000 áskoðarum verður tó eisini nýtt til annað (Mynd: EPA)

2024-02-05 20:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næsta HM-endaspæl hjá monnum í fótbólti verður tað størsta higartil. Fyri fyrstu ferð vera 48 lið við, og hetta merkir, at beint yvir 100 dystir skulu spælast.

Teir flestu av hesum - samanlagt 78 - verða spældir í USA. Hinar vertstjóðirnar hýsa 13 dystum hvør. Kanada verður á fyrsta sinni partur av at hýsa einum HM-endaspæli. Hjá Meksiko verður tað fyri triðju ferð. 

11. juni 2026 verður tað eisini fyri triðju ferð av 23 møguligum, at byrjanardysturin í HM hjá monnum skal spælast á risastóra Azteca leikvøllinum í Meksiko býi. Landið var einsamallur vertur í bæði 1970 og 1986 - síðstnevnda árið sum avloysari fyri Kolumbia.

Í gjár kunngjørdi FIFA, at fyrsti dysturin í langa endaspælinum verður í Meksiko City. Samstundis varð avdúkað, at HM-finalan verður spæld í East Rutherford, New Jersey. Hetta er nakrar kilometrar frá New York, og stóri endadysturin 19. juli 2026 verður á MetLife liekvøllinum.

[object Object]
Taylor Swift hevði konsert á MetLife leikvøllinum í summar (Mynd: EPA)

Hesin leikvøllurin kostaði yvir eina milliard dollarar at byggja og stóð liðugur í 2010. Hann tekur beint omanfyri 80.000 áskoðarar. Vanliga er MetLife heimavøllur hjá New York Giants og New York Jets, sum eru New York-feløgini í NFL (amerikanskum fótbólti). Leikstaðurin hevur tó eisini hýst fótbóltsdystum, konsertum og øðrum.

Sum AP tíðindastovan skrivar, so verður heimstaðurin hjá Bruce Springsteen, Jon Bon Jovi og Frank Sinatra (New Jersey) veruliga í brennideplinum hendan sunnudagin um umleið tvey og eitt hálvt ár, tá milliónir av eygum verða vend ímóti MetLife.

Tað var fyri einari tíð síðani greitt, at USA fór at hýsa HM-finaluni. Kappingin stóð millum Los Angeles/Inglewood í Kalifornia, Dallas/Arlington í Texas og so New Jersey.

SoFi leikvøllurin skamt uttanfyri Los Angeles í Kalifornia er heimsins dýrasti ítróttarleikvøllur. Hann var eisini við í "stríðnum" um hýsa byrjanardystinum. Ístaðin fyri tann allarfyrsta dystin fær SoFI fyrsta dystin hjá USA, 12. juni. Leikvøllurin hjá Dallas Cowboys í Texas skal hýsa aðrar hálvfinaluni - hin verður í Atlanta, Georgia.

[object Object]
NFL-dystur hjá New York Jets á MetLife (Mynd: EPA)

[object Object]
Argentina skal royna at verja sítt HM-heiti í USA í 2026. Í 2018 spældi liðið á MetLife móti Kolumbia (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder