Fótbóltur

Næstan 3.000 atgongumerki seld

Sølan av atgongumerkjum til steypafinalurnar á Tórsvølli leygardagin 29. oktober gongur væl, og í løtuni eru næstan 3.000 atgongumerki seld. Pláss er fyri umleið 5.200 á Tórsvølli.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-15 12:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Leygardagin 29. oktober verða ársins steypafinalur hjá kvinnum og monnum á Tórsvølli. Klokkan 15:00 fara kvinnurnar hjá KÍ og HB á vøllin, og klokkan 19:00 verður finalan um Løgmanssteypið.

Í sambandi við finalurnar er Tórsvøllur býttur upp á bólkar, so viðhaldsfólkini hjá hvørjum einstøkum liðum sita saman. Víkinga viðhaldsfólk halda til í bólkunum 101 til 104, KÍ viðhaldsfólk halda til í bólkunum 105 til 108, og HB viðhaldsfólk halda til í bólkunum 114 til 116. Síðan eru bólkarnir 109 til 113 ætlaðir øðrum fótbóltsfjepparum.

Og higartil hevur sølan gingið sera væl. Fyrrapartin leygardagin vóru næstan 3.000 atgongumerki seld. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.

Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder