Annað

Næstan 50 milliónir fyri 30 sekund

Super Bowl Sunday er nakað serligt í USA, og í ár er tað serliga rásin Fox, ið fær ágóðan av hesum - fleri enn hundrað milliónir fólk í USA fara at vera frammanfyri skíggjanum, og kring heimin er tað eisini stórt.

Heilt nógv eygu verða vend móti Patrick Mahomes, Rihanna og hinum í Arizona mánanáttina. Lýsingar fara eisini at spæla ein leiklut (Mynd: EPA)

Heilt nógv eygu verða vend móti Patrick Mahomes, Rihanna og hinum í Arizona mánanáttina. Lýsingar fara eisini at spæla ein leiklut (Mynd: EPA)

2023-02-09 22:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánanáttina føroyska tíð verður Super Bowl nummar 57 í røðini spæld í Glendale, Arizona. Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles bresta saman; bæði hava vunnið eina Super Bowl hvør seinastu fimm árini. 

Tað er stórur spenningur um, hvussu spælið á vøllinum verður, og í hálvleikinum verður stórt "show", tá Rihanna og onnur fara at framføra. 

Í ár er tað Fox, sum hevur rættindini. Seinastu árini hevur rásin skiftst við NBC og CBS, ið báðar vóru við frá byrjan av í 1967. ABC fer at koma upp í aftur í 2027.

Í USA búgva umleið 336 milliónir fólk; síðstu 13 árini hevur miðalhyggjaratalið gjøgnum dystin ligið omanfyri 100 milliónir so at siga hvørja ferð - í 2019 og 2021 var talið 98 milliónir. Á hvørjum ári er tað tann sjónvarpssendingin í landinum, ið hevur flest hyggjarar, og aftaná Champions League-finaluna er talan um best umtókta árliga ítróttartiltakið í heiminum.

Tá finalurnar eru mest spennandi - ein Super Bowl varir í umleið tríggjar og ein hálvan tíma - kann talið av hyggjarum koma væl uppum 150 milliónir í USA. Til dømis varð amerikanskt met sett undir longdu leiktíðini í 2017, tá umleið 172 milliónir hugdu samstundis, og hálvleiksundirhaldið hjá Katy Perry í 2015 settu eisini met tá.

[object Object]
Katy Perry framførdi í steðginum í 2015, tá hyggjaramet var sett. Ein lýsing beint áðrenn ella aftaná popstjørnan kom á skíggjan, kostaði umleið 30 milliónir krónur 

Tá so nógv hyggja, og tað at ítrótturin er settur saman, sum hann er (við nógvum støðgum), ger, at lýsingarnar gerast ógvuliga virðismiklar. Sambært ymiskum kanningum eru tað nógv, ið fyrst og fremst fylgja við Super Bowl vegna lýsingarnar - meðan tey kanska sita og eta nakrar kyllingaveingir ( mett verður at yvir ein millard slíkir verða etnar til hvørja Super Bowl) Stór feløg sum til dømis Coca Cola plaga at av álvara spíla seg út, og Super Bowl-lýsingar kunnu fáa eina serliga støðu.

Í ár fara lýsingar hjá millum annað Doritos, Budveiser og booking.com at vera at síggja, og sum vant vera stórar stjørnur at síggja í ymiskum lýsingum: Serena Williams, Alicia Silverstone og Manning-beiggjarnir (sum vunnu tvær Super Bowls hvør) eru ímillum hesar, sambært ESPN.

Kostnaðurin fyri hesar lýsingarnar er farin støðugt uppeftir. Hann var beint omanfyri tvær milliónir dollarar (umleið 14 milliónir krónur) fyri 30 sekund, tá farið var inn í hesa øldina - tríggjar milliónir um inflatiónin verður tikin við. Í fjør sníkti prísurin seg upp ímóti sjey milliónum, og Fox kunnaði longu í september millum annað Bloomberg um, at fleiri tíðarkarmar á 30 sekund vóru seldir fyri beint yvir sjey milliónir dollarar. Hetta svarar til beint undir 50 milliónir krónur - fyri ein hálvan minutt - og er tað met.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder