Í gjárkvøldið spældi næstbesta mansliðið hjá Kyndli seg víðari úr undanumfarin, ið er leikt millum 1. deildarliðini. Tað gjørdi Kyndil, við at vinna 28-23 á grannunum, Neistanum. Hetta skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum-
Tað er kendir menn, sum manna Kyndlaliðið. Í gjár spældu Erlendur Johannesen, Josef Abrahamsen, Gunnar Wardum, Ludvík Súnason, Bjarni Sørensen, Hanus Johansen, Julian Johansen, Ken Zachariassen, Rói Lamhauge, Janus Einar Sørensen, Brian Vang Poulsen, Leif Mikkelsen, Jacob Jónsson og Bárður Johannesen.
Næstabesta liðið hjá Kyndli verður í bólki saman við teimum, sum verða nummar eitt, fýra og fimm í Okkara-deildini, tá tvey umfør eru spæld. Í hinum bólkinum verða liðini, ið liggja nummar tvey, trý, seks og sjey í deildini.
Hjá kvinnunum hava næstbestu liðini hjá Neistanum og Stjørnuni vunnið seg víðari í bólkaspælið í Faxe Kondi kappingini. Neistin og Stjørnan verða býtt í hvør sín bólk við trimum liðum úr SMS-deildini.
Bólkaspælið byrjar í viku fýra í 2019; finalurnar í Faxe Kondi-kappingini verða leiktar 23. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald