Fótbóltur

Næsti maðurin eftir Mourinho

Zinedine Zidane er í løtuni favorittur til starvið á Old Trafford, men tað verður helst ikki hann, ið tekur yvir fyribils.

José Mourinho takkar áskoðarunum eftir dystin móti Liverpool á Anfield, ið gjørdist hansara seinasti
(Mynd: EPA)

José Mourinho takkar áskoðarunum eftir dystin móti Liverpool á Anfield, ið gjørdist hansara seinasti (Mynd: EPA)

2018-12-18 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester United boðaði í morgun frá, at Jose Mourinho ikki longur er venjari hjá felagnum. Eftir ringastu byrjanuna uppá Premier League í 28 ár og nógvar gitingar, er 55-ára gamli portugisin søga í felagnum.  

Les eisini: Mourinho fingið durafjórðingin

Tað hevur, serliga í 2018, verið nógv órógv rundanum United og Mourinho. Partarnir gjørdi nýggjan sáttmála í januar; ein sáttmáli ið skuldi ganga út í 2020. Leikhátturin og manglandi úrsltini hjá liðnum og persónligheitin hjá nógv vinnandi venjaranum hava verið fyri nógvum kritikki í fótbóltsheiminum, og sunnudagin tapti United greitt fyri arvafíggindanum á Anfield.  

Spurningurin er so, hvør skal taka yvir eftir Mourinho. United boðaði á heimasíðu sínari frá, at ein fyribils venjari verður settur restina av kappingarárinum, meðan felagið grundiga fer til at verka at leita eftir tí nýggja manninum. Sìðani er tað vorðið greitt, at innanfyri tvey samdøgur verður fyibils loysnin komin uppá pláss, og til tá hevur Micheal Carrick, ið vr hjálparvenjari hjá Mourinho, høvuðsábyrgdina. Tann ið kemur inn til endan av kappingarárinum verður ein uttanfrá felagnum; t.v.s ikki Carrick ella Nicky Butt. 

Sambært veddingarfyritøkunum er fyrrverandi Real Madrid-venjarin Zinedine Zidane favorittur til starvið. Hann vann Champions League tríggar ferðir á rað við Real Madrid, og er ofta settur í samband við United. Tó er ógreitt, hvør ein fyibils loysn kundi verið, men fyrrverandi United-leikararnir, Ole Gunnar Solskjær og Laurent Blanc eru nevndir av summum miðlum.  

José Mourinho gerst triðji venjarin, ið United sigur upp, eftir at Sir Alex Ferguson gavst í 2013. David Moyes og Louis Van Gaal hava eisini fingið sekkin í stórfelagnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder