Fótbóltur

Napoli er italienskur steypavinnari

Tað endaði málleyst eftir 90 minuttir í Rom, og Napoli var stinnari enn Juventus í brotssparkskappingini. Talan er um triðja finalusigurin seinastu níggju árini hjá felagnum úr Suðuritaliu.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-06-18 17:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú verða ymsu steypini skjótt lutaði út kring Evropa. Tær stóru kappingarnar eru tiknar upp aftur, eins og aðrar heldur smærri sum Superligain, og avgerðin í lands- og steypakappingum nærkast.

Í Týsklandi tryggjaði Bayern München sær sítt áttanda meistaraheiti á rað fyrr í vikuni, og sama kvøldið tryggjaði Arminia Bielefeld sær uppflyting til júst Bundesligaina, og gullið kemur allarhelst skjótt í hús.

Les eisini: 

Uppflytingin hjá Bielefeld og Jóan Símun er veruleiki

Í gjárkvøldið varð steypakappingin í Italia avgjørd. Juventus, ið er oddalið í Serie A, var favorittur móg Napoli, ið liggur á sætta plássið í landskappingini. Einki mál kom í vanligu leiktíðini á olympiska leikvøllinum í Rom og neyðugt varð við brotsspørkum í Coppa Italia-finaluni, ið tað varð farið beinleiðis til.

[object Object]
Dybala legði út við at brenna fyri Juventus (Mynd: EPA)

[object Object]
Milik skoraði avgerandi brotssparki fyri Napoli (Mynd: EPA)

Dybala og Danilo brendu tvey tey fyrstu skotini hjá Juventus, og tí var ikki nóg mikið, at tvey tey næstu vórðu skoraði, tí Napoli skoraði fýra útav fýra. Cristiano Ronaldo skuldi skjóta sum nummar fimm hjá Juventus, men tað kom ikki har til, møguleikin fyri "The Double" er farin, og Gennaro Gattuso og hansara menn stórfegnast.

[object Object]
Mynd: EPA

[object Object]
Ronaldo noyddist at ganga framvið steypinum uttan at sleppa at lydta tað (Mynd: EPA)

[object Object]

Steypið fer aftur til Napoli (Mynd: EPA)

Hetta var triðju ferð síðani 2012, og sættu ferð tilsamans, at Napoli kundi lyfta steypið.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder