2018-12-27 15:21
Tríggjar ferðir royndi Napoli at fáa dystin móti Inter í gjárkvøldið steðgaðan. Orsøkin var, at verjuleikarin hjá Napoli, Kalidou Koulibaly var fyri rasismu frá áskoðarunum gjøgnum allan dystin, líka til hann fekk víst reyða kortið, tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum.
Ein bólkur av viðhaldsfólki hjá Inter brúktu allan dystin uppá at rópa apaljóð eftir Koulibaly, og tríggjar ferðir minti stadion speakarin á, at tílíkt ikki er loyvt.
Venjarin hjá Napoli, Carlo Ancelotti sigur, at teir tríggjar ferðir bóðu um at fáa dystin steðgaðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald