Italska stórfelagið Napoli hevur gjørt greitt, at verður rasisma at hoyra aftur undir dysti, har felagið spælir, so rýma leikararnir av vølllinum.
Ávaringin kemur eftir at viðhaldsfólk hjá Inter róptu apuljóð eftir senegalesiska verjuleikaranum hjá Napoli, Kalidou Koulibaly, undir dysti 2. jóladag.
Undir dystinum bað venjarin hjá Napoli, Carlo Ancelotti, tríggjar ferðir dómaran um at steðga dystinum.
Italski uttanríkisráðharrin, Matteo Salvini, segði eftir dystin, at dómarin gjørdi rætt í ikki at steðga dystinum, tí at tað kundi verið sera hættisligt.
Men nú ger Napoli greitt, at verður nakað rasistiskt at hoyra undir dysti aftur, so gevur venjarin leikarunum boð um at fara av vøllinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald