Seinni í dag skal Andrias Edmundsson royna at hava tamarhald á millum annað Rasmus Højlund og møguliga eisini Romelu Lukaku.
Tíbetur fyri Hellas Verona hevur Kevin De Bruyne okkurt at dragast við, og Scott McTominay er ivasamur. Men tað verðu ein risauppgávan fyri botnliðið, tá italsku meistararnir vitja. Napoli er í løtuni á 3. plássi í deildini.
Andrias Edmundsson fær í fjórða dysti sínum í Serie størstu uppgávuna higartil. Hann væntast aftur at byrja inni.
Føroyski landsliðsmiðverjin og hinir eru kroystir - hetta er tó á pappírinum ikki júst tann av teimum tólv dystunum, sum Verona hevur efttir, har møguleikin fyri stigum er bestur.
Hellas Verona - Napoli byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Dysturin sæst á TV2 Sport X og TV2 Play
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald