Fótbóltur

Nasri aftur í Premier League

Hevur skrivað sáttmála við West Ham United.

(Mynd: whufc.com)

(Mynd: whufc.com)

2019-01-02 07:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

31 ára gamli franski fótbóltsspælarin, Samir Nasri, er aftur í enskum fótbólti. Miðvallaleikarin hevur skrivað sáttmála við Premier League-felagið West Ham, tað, ið er eftir av hesum kappingarárinum. Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni.

Nasri hevur vant við West Ham hesar seinastu vikurnar, og er spentur at sleppa ígongd við at spæla fyri nýggja felagið.

Nasri hevur verið arbeiðsleysur síðan februar, eftir at hann fekk leikbann fyri brot á reglurnar um antidoping. Leikbannið gekk út á nýggjárinum.

Tá tað gekk best hjá fraklendinginum, spældi hann fyri Arsenal og Manchester City. Seinasti arbeiðsgevari hansara innan leikbannið, var turkiska felagið Antalyaspor.

Samir Nasri spældi 41 landsdystir fyri Frakland fram til 2014, tá hann boðaði frá, at hann ikki longur var áhugaður at spæla á landsliðnum.

West Ham spælir í kvøld á heimavølli móti Brighton & Hoe Albion. Hinir dystirnir í Premier League í kvøld eru: Bournemouth móti Watford, Chelsea móti Southampton, Huddersfield móti Burnley, Wolverhampton móti Crystal Palace og Newcastle móti Manchester United.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder