Hondbóltur

Natasja aftur á landsliðnum: - Havi arbeitt miðvíst fyri hesum

Fái stóra ábyrgd á liðnum í Íslandi og alt gongur skjótari, so tað flyti eg meg nógv av, sigur Natasja Hammer, sum nú gleðir seg at spæla landsdyst við Tjarnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-03 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur ikki verið, síðani føroysku kvinnurnsr í apríl 2024 á fyrsta sinni spældu seg til eitt EM-endaspæl.

Eftir barnsburð og skaða er Natasja Hammer aftur við fullum útblástri. Kviki og snildi bakspælarin hevur hetta kappingarárið spælt ógvuliga væl fyri Stjarnuna, sum annars stríðist í botninum í bestu íslendsku deildini.

- Eg fái stóra ábyrgd, so tað hjálpir mær, hóast vit tapa. Spælið gongur eisini skjótari í Íslandi enn í Føroyum, sigur 23-ára gamli bakspælarin við nógvu málunum í Íslandi

Natasja Hammer hevur spælt steypafinalu men ikki landadyst við Tjarnir, so tað gleðir hon seg til, nu Portugal vitjar mikukvøldið.

- Tað sær stuttligt út, og hetta er deiligt at vera partur av.

Sí eisini: Keypmannahavn, Århus, og Jytteborg

Hoyr alla samrøðuna við Natasju, sum varð eftir seinastu venjingina hjá Føroyum undan týðandi EM-undandystinum móti Portugal, ovast. Liðini spæla klokkan 19 i morgin.

Myndir: til reiðar til hørðu tøkini við Tjarnir


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder