Hondbóltur

Natasja tryggjaði Haukum týðandi hálvfinalusigur

Føroyski bakspælarin skoraði avgerandi málið í longdu leiktíðini á Hafnarfirði í gjár. Í annaðkvøld vitjar hon ÍBV og Ingjibjørg Olsen til triðju hálvfinaluna. Aðrir føroyingar gera vart við seg í Íslandi.

Samanlagt skoraði Natasja Hammer fýra ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

Samanlagt skoraði Natasja Hammer fýra ferðir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-02 18:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hálvfinala nummar tvey millum Haukar og ÍBV í bestu íslendsku kvinnudeildini varð spæld á Hafnarfjørðinum í gjár.

Føroysku landsliðsspælararnir Natasja Hammer og Ingibjørg Olsen kappast um at koma í finaluna um meistaraheitið. Hóast Natasja Hammer skoraði sjey mál í fyrstu hálvfinaluni, ið var á Vestmannaoyggunum leygardagin, vann ÍBV greitt.

Í gjár fór Haukar tó avstað við sigrinum, tá liðini hittust í Ásvellir. Heimaliðið hevði yvirvágina í fyrra hálvleiki og var á odda við seks málum í steðginum, men í seinna hálvleiki kom ÍBV aftur. Tað stóð á jøvnum, tá 60 minuttir vóru spældir, og harvið var neyðugt við longdari leiktíð fyri at avgerða dystin. 

Fimm mál komu í longdu leiktíðini, og var tað Natasja Hammer, ið skoraði tað síðst málið í dystinum. Hetta var fjórða málið hjá føroysk vinstra bakkinum í dystinum.

Harvið stendur 1-1 í hálvfinalum. Liðini hittast aftur á Vestmannaoyggjunum í annaðkvøld, mikudagin 3. mai. Liðið, ið vinnur tríggjar finalur, kemur í finaluna um meistaraheitið.

Andri og Fjølnir hava framvegis møguleikan - Dánjal og Janus spæla fyrstu hálvfinaluna hóskvøldið.

Aðrir føroyingar eru framvegis í gongd í Íslandi.

Andri Kristiansson Hansen og Fjølnir stríðast fyri at flyta upp í bestu deildini. Liðið tapti tær báðar fyrstu uppflytingarfinalurnar fyri Víkingi Reykjavík greitt - serliga tí fyrru - men í gjár bragdaði á útivølli.

Andri spældi helmingin av dystinum, og tók málverjin av Skála heili ellivu skot hesa løtuna. Harvið var hann týðandi partur av, at Fjølnir vann við einum máli og framvegis hevur møguleika at flyta upp.

[object Object]
Andri Kristiansson Hansen (t.h.) og liðfelagirnir vunnu uppflytingarfinaluna í gjár, og hevði føroyski málverjin fleiri bjargingar 

Mansliðið hjá ÍBV er í hálvfinalunum um íslendska meistaraheitið. Í fjórðingsfinalunum áðrenn landsliðssteðgin spældi Janus Dam Djurhuus stóran leiklut í, at ÍBV kom víðari við sigrum á Stjarnuni.

Les eisini: 
Dánjal og Janus skulu spæla hálvfinalur um íslendska meistaraheitið

Í annaðkvøld spælir liðið við hoyvíkinginum og Dánjali Ragnarsson í hópinum fyrstu hálvfinaluna. Hon er á útivølli - á Hafnarfirði - móti FH. Eins og hjá kvinnunum, verður tað liðið við trimum hálvfinalusigrum, ið kemur í finaluna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder