Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal í 2026 spæla seks kappingardystir - allar í Nations League.Har skulu Føroyar royna at byggja á søguliga flotta 2025-árið.
Lutakastið til kappingina verður hósdagin 12. februar klokkan 17, og sambært heimasíðuni hjá FSF hevur Petur Knudsen ynskilistan kláran:
Ísland, Bulgaria og San Marino,
– Vit sammeta okkum ofta við Ísland, so tað hevði verið stuttligt at møtt teimum, og tað er eisini ein stutt ferð. Eisini kundi eg hugsað mær at møtt Bulgaria, sum vit ongantíð hava spælt ímóti áður, og so hevði San Marino eisini verið eitt spennandi mótstøðulið, sum vit helst skuldu fingið 6 stig ímóti.
Soleiðis grundgevur 27-ára gamli NSÍ'arin við 26 A-landsdystum. Petur Kndusen hevur eisini valt trý lið, sum hann fegin vil sleppa undan: Albania, Slovakia og Moldova.
– Albanar eru krútsterkir – serliga á heimavølli – og tað er langt at ferðast. Slovakar hava eisini eitt gott lið – nummar 44 á FIFA listanum – so teimum vil eg fegin sleppa undan, og úr niðasta styrkisbólki vil eg sleppa undan Moldova. Teimum hava vit møtt nakrar ferðir, og tað hevur altíð verið trupult, sigur Petur við fsf.fo.
Føroyar eru í næstniðasta styrkisbólki í næstniðastu deildini (deild C) og skulu harvið í bólk saman við einum landi úr styrkisbólkunum 1, 2 og 4.
Nations League Deild C
Pottur 1: Ísland, Albania, Montenegro Kasakstan
Pottur 2: Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia
Pottur 3: Belarus (Hvítarussland), Føroyar, Kýpros og Estland
Pottur 4: Moldova, San Marino, Lettland/Gibraltar og Luksemborg/Malta
Eitt lið úr hvørjum potti verður trekt í hvønn bólk. Eittarin úr hvørjari deild flytur upp, og nummar tvey spælir um tað.
Dystirnir í UEFA Nations League 2026–2027 verða spældir í heyst. Fýra dystir eru á skránni frá 24. september til 6. oktober, og tveir dystir verða spældir í tíðarskeiðinum 12. til 17. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald