Fótbóltur

Nations League skotin í gongd

9 dystir í nýggju kappingini vóru leiktir kring Evropa í kvøld.

Areola helt týskaraunum frá málum í Munchen í kvøld
(Mynd: EPA)

Areola helt týskaraunum frá málum í Munchen í kvøld (Mynd: EPA)

2018-09-06 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar skulu royna seg í mogin; í kvøld vóru 18 lið í eldinum í Nations League.

Mest áhugaverdi dysturin var í Munchen, har Týskland tók ímóti Fraklandi. Liðini komu frá heilt ørvísi uppliving til HM-endaspæli í summar; Týskland megnaði ikki at spæla seg víðari úr bólkapælinum í Russlandi, meðan fraklendingar kundi lyfta steypið í Moskva 15.juli.

Hetta var einasti dystir í Liga A, har tey fremstu 12 londini í Evropa eru savnaði. Dysturin var tættur, og hann endaði málleysur. Tað var heldur málfátækr, men bæði liðini høvdu møguleikar at avgera dystin. Serliga vóru týskararnir nær við í 2.hálvleiki, men PSG-málverjin, Alphonse Areola hevði nakrar frálíkar bjargingar. 

Wales setti Írland uppá pláss í Cardiff, tá liðini hittust í Liga B. Í fjør vann Írland tann avgerandi undankappingardystin á sama staði. Við tí sigrinum tryggjaði Írland sær pláss í playoff-dystunum til HM, meðan Wales reyk út. Walisar hevndi seg í kvøld; liðið hjá Ryan Giggs var á odda 3-0 í hálvleikinum og koyrdi ein søtan sigur heim móti grannunum fyri vestan.

Danmark er eisini í hesum bólkinum. Danir taka ímóti Wales í Århus sunnudagin, og tá vera danir aftur í sterkastu manning við Eriksen, Schmeichel og co. Ein fyribils avtala er funnin millum DBU og leikararnar, eftir at amatørar mannaðu danska landsliðið í Slovakia í gjárkvøldið

Les meira her: Christian Eriksen og hinar stjørnurnar spæla fyri Danmark sunnudagin

Í Liga C kom Norra væl frá byrjan við 2-0 sigri á Kýpros. Í niðastu deildini; har Føroyar eru, spældu tvey av okkara mótstøðulið frá seinastu undankapping málleysan javnleik í Riga.  

Her er eitt yvirlit yvir úrslitini í kvøld: 


Liga A – Bólkur 1:

Týskland – Frakland (0-0)


Liga B:

Bólkur 2: Kekkia – Ukreina 1-2(1-1)
Bólkur 4: Wales – Írland 4-1(3-0)


Liga C – Bólkur 3:

Norra – Kýpros 2-0(2-0)
Slovenia – Bulgaria 1-2(1-1)


Liga D:

Bólkur 1: Kasakstan – Georgia 0-2(0-1)
                Lettland – Andorra 0-0 (0-0)

Bólkur 2: Armenia – Liktinstein 2-1(1-1)
                 Gibraltar – Makedónia 0-2(0-2)


Í morgin eru sjey dystir - ein verður á Tórsvølli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder