Fótbóltur

Nations League: Spania sigraði eftir brotssparkskapping

Kroatar vóru aftur júst ov stuttir hesa ferð. Einki mál kom í 120 minuttir.

Spaniólar fegnast í Rotterdam (Mynd: UEFA)

Spaniólar fegnast í Rotterdam (Mynd: UEFA)

2023-06-18 23:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld gjørdist Spania triðja tjóðin, sum vann UEFA Nations League. Nýggjasta kappingin hjá UEFA fyri landslið var fyrstu ferð í 2018 og 2019. Tá stóð Portugal eftir sum vinnari, tvey ár seinni vann Frakland, og í kvøld vann landið, sum fraklendingar bastu í finaluni tá.

Tað var annars Kroatia, sum tyktiskt meira vandamikið í løtum av dystinum. Luka Modric og hinir gjørdu tað væl og sum vant trupult fyri størru tjóðina, men í brotssparkskappingini vóru spaniólar stinnari.

Bæði liðini skoraðu síni trý fyrstu brotsspørk. Síðani brendi Majer hjá Kroatia, men tá Laporte rakti yvirleggjaran við tí, sum kundi verða avgerandi brotssparki hjá Spania, varð neyðugt við eyka brotsspørkum. 

Har bjargaði Simon Unai beinanvegin skotinum hjá Petkovic, og so kundi royndi bakkurin Dani Carvajal avgera. Hann var ísakaldur, og so kundu teir í reyðum fegnast á De Kuip í Rotterdam.

Italia vann í dag bronsudystin á niðurlendsku vertunum. Hesi liðini vóru í Deild A - tí ovastu. Føroyar vóru í Deild C, tí næstniðastu, tá spælt varð í fjør. Tað eyndaðist at halda sær í tí deildini.

Finala í Nations League 2022-2023
Sunnudagin 18. juni, Rotterdam
Spania - Kroatia 0-0 5-4 eftir brotssparkskapping

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder