Hondbóltur

Neistakvinnur og H71 út í Europa

Liðini spæla um vikuskiftið í Litava og í Italia.

2023-09-20 23:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.

Neistin møtir Cascada HC Garliava úr Litava. Dystirnir verða leiktir í Garliava fríggjadagin og leygardagin, báðar dagarnar kl. 16, føroyska tíð.

H71 møta Handball Erice úr Sisilia í Italia. Dystirnir verða leiktir í Erice fríggjadagin og sunnudagin, báðar daganar kl. 17, føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder