Hondbóltur

Neistakvinnur skrivaðu søgu

Samlaði 50-49 sigurin í Litava í vikuskiftinum merkir, at kvinnulið felagsins fyri fyrstu ferð hevur spælt seg víðari í Evropa. Næsta umfarið er í november.

Stórur fagnaður í Neistaleguni í Litava sunnudagin. Lutakastið til 3. umfar verður um eina viku - 3. oktober (Mynd: Rúna Nón Bjartalíð)

Stórur fagnaður í Neistaleguni í Litava sunnudagin. Lutakastið til 3. umfar verður um eina viku - 3. oktober (Mynd: Rúna Nón Bjartalíð)

2023-09-26 14:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um stórt drama í Kaunas í Litava, tá Neistin og Cascada HC Garliava sunndagin spældu seinna dystin í 2. umfari í EHF European Cup. Litaviska liðið vann fyrra dystin við trimum málum, men Neistin svaraði aftur og vann við trimum málum.

Neyðugt varð tí við brotskastskapping fyri at avgera dystin. Hesa vann Neistin - serliga takkað verið Yui Shibuya. Japanski málverjin bjargaði heili fýra brotskøstum hjá litavsku spælarunum, og so vóru málini hjá Bjørk Franksdóttir Joensen og Sólbjørt Høj nóg mikið.

Neistin er harvið víðari til triðja umfar í verður spælt í november. Tað er ikki greitt enn, hvørjum føroyska liðið skal møta. Lutakastið verður um eina viku, týsdagin 3. oktober.

Hetta er fyrstu ferð í søgu Neistans hevur eitt kvinnulið hjá felagnum spælt seg víðari í Evropa Cup, staðfestir felagið.

[object Object]
Mynd: Neistin

Kelda: Neistin og EHF
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder