Hondbóltur

Neistin fær mótstøðu úr Ísrael - Team Klaksvík úr Bosnia

Dystirnir verða sum útgangspunkt spældir 9/10 september og 16/17 september. Um eina løtu kenna vit mótstøðuliðini hjá H71 og VÍF.

Beinir Johannesen og Team Klaksvík skulu fyri fyrstu ferð spæla evropeiskar dystir. Tað verður móti RK Sloboda úr Bosnia. VÍF kemur inn í kappingini í næsta umfarið (Mynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen og Team Klaksvík skulu fyri fyrstu ferð spæla evropeiskar dystir. Tað verður móti RK Sloboda úr Bosnia. VÍF kemur inn í kappingini í næsta umfarið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-18 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til 1. umfar í EHF European Cup hjá monnum hevur júst verið í Wien. Har gjørdist greitt, hvørjum Neistin og Team Klaksvík skulu spæla ímóti, tá føroyska luttøkan í kappingini fer í gongd í september.

EHF European Cup, 1. umfar
9/10. september og 16./17. september

Holon Yuvalem HC (ÍSR) - Neistin
Team Klaksvík
- RK Sloboda (BIH) 

Sum útgangspunkt skulu Neistamenninir til Ísraels fyrst, áðrenn liðið úr býnum Holon, stutt sunnanfyri Tel Aviv, vitjar. Team Klaksvík stendur til at spæla søguligan dyst í Badmintonhøllini í vikuskifti nummar tvey í september, áðrenn farið verður á vitjan hjá felagnum við trimum bosniskum meistaraheitum.

Í fyrstu umførunum í kappingini er tað tó rímiliga vanligt, at liðini gera av at spæla báðar dystirnar í einum landi uppá tveir ella tríggjar dagar.

Í løtuni er lutakastið til 2. umfar, har tað verður greitt, hvørjum H71 og VÍF skulu hitta seinni í september, og hvørjum Neistin og Team Klaksvík spæla ímóti, um tey koma víðari.

Í fyrsta umfari í European Cup hjá kvinnunum eru Neistin og H71 við. Tey møta mótstøðuliðum úr ávíkavist Litava og Italia. Tað er ikki greitt, hvørjum tær kunnu møta í 2. umfari. Meira um hetta seinni.

[object Object]
Neistin skal spæla móti Holon Yuvalem úr Ísrael (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder