Hondbóltur

Neistin fingið nýggjan venjara

Nýggjur danskur venjari skal venja Neistan næsta ár.

(Mynd: SUS Nyborg)

(Mynd: SUS Nyborg)

2019-05-02 19:34 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað verður 28 ára gamli, Mads Rydal Nielsen, sum skal venja Neistan næsta ár. Tað skrivar Neistin á Facebook-síðu síni. 

Jeppe Borch takkaði fyri seg eftir fm-finalurnar, nú hann hevur vant felagið í tvey ár. 

Nýggi venjarin hevur verið venjari hjá SUS Nyborg, sum spælir í trið bestu deildini í Danmark. Annars hevur hann vant ymiskt lið í næst-bestu deildini í Danmark, umframt at hava vant ymisk ungdómslið. 

Sjálvur spældi hann hondbólt til hann varð noyddir at steðga orsaka av skaða. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder