Hondbóltur

Neistin og H71 settu ávíkavist Kyndil og VÍF uppá pláss

Kyndil skoraði bert 12 mál í grannuppgerðini, og H71 skoraði heili 32 ferðir í Vestmanna og vann greitt. Nú er av álvara stórur spenningur í oddastríðnum. VB vann annan dystin á rað.

Toppskjúttarnir hjá ávíkavist H71 og VÍF í dag - Marita Mortensen og Durita Jojic.  Savnsmynd - Sverri Egholm

Toppskjúttarnir hjá ávíkavist H71 og VÍF í dag - Marita Mortensen og Durita Jojic. Savnsmynd - Sverri Egholm

2020-01-12 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í SMS-deildini áðrenn steypakappingin byrjar varð leikt seinnapartin. Tað hevði stóran týdning, tíð liðini á 3. og 4. pláss spældu ímóti oddaliðunum. Tað endaði við, at bæði oddaliðini vórðu koppaði.

Í Vestmanna var rímiliga javnt fram til seinastu fimm minuttirnar fyri steðgin. Durita Jojic royndi sítt fyri heimaliðið við 9 málum, men H71 var eirindaleyst og skoraði næstan eftir vild í 2. hálvleiki. Marita Mortensen gekk á odda við átta málum. Tað var aðru ferð í ár, at hoyvíkskvinnur vunnu á VÍF, og tað varð gjørt á sannførandi hátt.

Grannauppgerðin millum Neistan er ofta málfátøk. Soleiðis varð eisini hesuferð. Í dag var tað púra javnt í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki hevði Kyndil eitt tíðarskeið á 19 minuttir, har liðið ikki skoraði nakað mál. Næstan tveir triðingar av hálvleikinum megnaði Neistin at halda teimum grønu frá at skora og hetta bar sjálvsagt á mál. Eins og hjá H71; ein sera týdningarmikil sigur hjá Neistanum.

Fyri jól vunnu vágskvinnur sín fyrsta dyst - tað var á Skála móti StÍF. Aftur í dag fekk VB tvey stig á kontoina eftir spennandi dyst. Stjørnan var á vitjan, og klaksvíkskvinnur høvdu leiðsluna so at siga allan dystin og høvdu ongar trupulleikar við at skora fyri stegðin. Ofta var munurin tvey mál og í summum førum trý mál, men útiliðið slapp ongantíð heilt avstað frá VB. Og tað var heimaliðið, ið skoraði trý tey seinastu málini í dystinum og vann við einum máliið.

VÍF  - H71 23-32 
Neistin - Kyndil 19-12 (8-8)
VB - Stjørnan 26-25 (15-16)

Støðan:
 
Kyndil 20 stig (13 dystir)
VÍF 20 stig (14 dystir)
H71 18 stig (14 dystir)
Neistin 18 stig (14 dystir)
Stjørnan 9 stig (14 dystir)
StÍF 7 stig (14 dystir)
VB 4 stig (13 dystir) 

SMS-deildin fer í gongd aftur 23. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder