Hondbóltur

Neistin og H71 vunnu U16 finalurnar

Neistin vann sannførandi hjá gentum, men hjá dreingjum máttu brotskast til fyri at finna ein vinnara.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2024-02-16 22:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steypafinalurnar hjá U16 árganginum hava verið í Høllini á Hálsi í kvøld, og tað vóru Neistin og H71 sum endaðu við gullinum.

Hjá gentunum vóru tað Neistin og VÍF sum spældu, og havnargentur vóru sannførandi, og vunnu 31-19. Hálvleiksstøðan var 18-9 til Neistan.

Hjá dreingjunum var dramatikkur. Ein dystur sum næstan ikki vildi enda, endaði við, at H71 stóð eftir sum vinnari við úrslitinum 44-42. Men tað skuldi tvær ferðir longd leiktíð til umframt brotskastkapping.

Eins og elsti beiggin gjørdi í Berlin herfyri, var Boas Ellefsen á Skipagøtu ísakaldur, tá alt skuldi avgerast - hann gjørdi tað eisini við at smekka eitt brotskast niður í høgra málhorn, og tryggjaði H71 steypagullið.

Hetta er stóra steypavikuskiftið hjá hondbóltinum. Í allan morgin og sunnudagin eru Faxe Kondi steypafinalur.

Leiksskráin

Leygardagin 17. februar:
kl. 09.00 G10B: Neistin a – H71 b
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: Neistin c – VÍF b
kl. 11.10 D12B: VÍF – ÍA
kl. 12.00 G10A: StÍF a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: SÍF – VÍF a
kl. 13.20 G12A: H71 a – Søljan
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin

Sunnudagur 18. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: Stjørnan – VB
kl. 14.30 D14B: Team Klaksvík – KÍF
kl. 15.30 G14A: Kyndil a – Neistin/ÍA
kl. 16.30 D14A: H71 a – Tjaldur a
kl. 17.30 G18: VÍF – H71
kl. 19.00 D18: H71 – Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder