Tað var lagt upp til enn eitt grannabrak, tá Neistin og Kyndil hittust til aðru hálvfinaluna í Stórhøllini á Hálsi. Høllin var stúgvandi full, stemningurin var góður, og sum ein kundi vænta, gjørdist talan um ein ógvuliga tættan og spennandi dyst. Longd leiktíð varð neyðug fyri at avgera hálvfinaluna.
Í 1. hálvleiki var álopsspælið nakað stirvið - serliga hjá Neistanum ið hevði trupulleikar við at opna sterku Kyndilsverjuna. Eina løtu tyktist tað tó sum um, at Neistin hevði yvirvágina, áðrenn teir grønu fingu fatur á dystinum og fóru til hálvleiks við einari trý-máls leiðslu.
Um hetta helt, fór Kyndil at spæla seg í finaluna. Munurin gjørdist fýra mál í tveimum førum tíðliga í 2. hálvleiki, áðrenn teir í bláum komu í gongd; tað fór at hanga saman hjá Neistanum, og eftir sjey minuttir var javnleikur. Eins og í dystinum hóskvøldið eydaðist tað hjá Kyndli at halda Rasmus Søby frá at skora javnan. Men danski bakkurin, saman við øðrum, fann væl strikurnar í 2. hálvleiki, Tróndur Kragesteen skoraði nøkur góð og umráðandi mál, og Torkil Hentze kom inn og spældi væl.
Sí myndir frá dystinum
Tað leikaði ógvuliga javnt á, nógv mál vóru, og Kyndil lat ikki Neistan renna avstað. Millum annað var Hjalti Mohr Jacobsen tryggur við seks málum uppá brotskast í dystinum, og Tummas Pauli Hanusarson og Dávid Edvarson tóku eisini ábyrgd. Fleiri útvísingar gjørdu tað trupult fyri Neistan, men Kyndil megnaði ikki at skora í einum førum, tá grannarnir høvdu tvær útvísingar. Bæði liðini høvdu møguleikan at avgera dystin seinasta minuttin, men tá Lars Black bjargaði royndini frá Søby, varð greitt at longd leiktíð (2x5 min) skuldi til fyri at finna vinnaran.
Í fyrstu fimm minuttunum skoraðu liðini tvær ferðir í part. Kyndil byrjaði betri, men Neistin svaraði aftur, og tá tíggju sekund vóru eftir, spældi Torkil aftur væl inn á strikuna, og har var Rune Olsen tryggur. Harvið vann Neistan tann ógvuliga spennandi og dramatiska dystin, og tryggjaði sær møguleikan at spæla seg í finaluna mikukdagin.
2. hálvfinala
Neistin - Kyndil 27-27 (9-12) - 33-32 eftir longda leiktíð, toppskjúttar vóru Hjalti Mohr Jacobsen, ið skoraði 13 mál, og Høgni Zachariassen, ið skoraði 8 mál
H71 vann 28-25 á VÍF fyrr í dag, og harvið skulu vestmenningar aftur til Hoyvíkar mikukvøldið
Hondbóltur
Neistin tryggjaði eina triðju hálvfinalu eftir drama á Hálsi
Inntensitetur og spenningur fyri allar pengarnar tá grannarnir í Havn fóru út í longda leiktíð í aðru hálvfinaluni.
Mynd: Jens Kr. Vang
2019-03-24 19:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald