Neistin spælir báðar dystirnar í 2. umfari í European Cup í Samadrexhe. Hetta er í Kosovo.
Talan er lið úr einari deild, sum ikki er millum tær sterkastu í Evropa, men talan var um flott føroyskt avrik og úrslit í Kosovo tíðliga í kvøld.
Neistin vann við fimm málum, 28-23, eftir at tað var 14-11 í steðginum'
Verjuparturin hjá Neistanum var sterkur, og Silja Arngrímsdóttir Müller stóð væl í málinum. Hon hevði onkrar stórbjargingar, og millum annað eitt brotskast næstan beinanvegin, og samanlagt er Silja Müller skrásett fyri 12 bjargingum (34 prosent).
Í álopsspælinum var Hervør Niclasen púra trygt av vinstra vongi (4 av 4 skotum), og Ró Reginsdóttir var framúrskarandi við 12 málum og fleiir uppleggum. Ungi og kviki bakspælarin vandi í síðstu viku við A-landsliðnum og spældi hon ein ógvuliga góðan evropeiskan dyst.
![]()
Flúgvandi í løtum í Kosovo: Ró Reginsdóttiir (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið skal Neistin royna at gera arbeiði
European Cup 2. umfar, fyrru dystirnir
Í dag, fríggjadagin 2. oktober kl. 17.00
KHF Samdrexha (Kosovo)- Neistin 23-28 (11-14)
Til ber at síggja dystin umaftur her
kl. 19.00 HB Dudelange – H71 (Hoyvíkshøllin)
Til ber at hyggja beinleiðis á PortalPlay
Seinni dysturin í Kosovo verður spældur í morgin, leygardagin 3. oktober, verður spældur 17 føroyska tíð. Hann kann eisini stroymast á Youtube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald