Tveir dystir í SMS-deildini eru leiktir seinnapartin.
Í Klaksvík tók Stjørnan imóti Neistanum. Í 1. hálvleiki var leikferðin høg, og nógv góð mál vórðu skotin. Eftir at Neistin tók eina leiðslu uppá 6-3, hevði Stjørnan eina sera góða periodu. Men móti endanum av hálvleikinum tók Nesitin yvir, meðan heimaliðið gjørdi alsamt fleiri feilir.
Stjørnan royndi at hanga í allan 2. hálvleik. Neistin helt allatíð eina frástøðu og við góðum álopsspælið og ágangandi verjuspælið, koyrdu tær sigurin heim. Neistin hevur nú 9 stig.
Á Skála vann VÍF greiðan sigur. Greipuvinnararnir vóru á odda 19-6 í hálvleikinum. Í 2. hálvleiki kom StÍF betri við, og tá seinasta bríksl ljóðaði var munurin 11 mál.
Stjørnan - Neistin 22-28 (10-14)
Toppskjúttar: Mina Sirdal og Tóra Eliasen 6 mál, Ingunn Kristina Persson 6 mál
StÍF-VÍF 19-30 (6-19)
Toppskjúttar: Rebekka Zachariassen 6 mál, Durita C. Jojic 9 mál
SMS kvinnur støðan
1. VÍF 11 stig (7 dystir)
2. H71 10 stig (5 dystir)
3. Neistin 9 stig (7 dystir)
4. Kyndil 4 stig (6 dystir)
5. Stjørnan 3 stig (6 dystir)
6. StÍF 1 stig (7 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald