Fótbóltur

Neistin vann lykladystin á Hálsi

Sofie Søberg søkti Stjørnuna í ársins fyrsta dysti í SMS-deildini.

Sofie Søberg kundi ikki steðgast í Høllini á Hálsi í kvøld
(Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sofie Søberg kundi ikki steðgast í Høllini á Hálsi í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-09 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskifti fóru mennirnir í gongd aftur eftir jólasteðgin. Í kvøld byrjaði fremsta kvinnudeildin, tá Stjørnan vitjaði í Høllini á Hálsi. Talan var um ein umráðandi dyst, tí megnaði Stjørnan at vinna, so vóru bert tvey stig upp til Neistan á 4. pláss. Hetta var seinasti dystir í 11. umfari; hini fýra liðini leiktu dystirnar í umfarinum fyri jól.

Í byrjanini merktist helst, at talan var um fyrsta dystin eftir steðgin. Liðini høvdu trupult við at fáa spælið at koyra, og verjurnar settu dagsskránna. Tá farið var um miðjan fyrra hálvleik var støðan 3-3. Men so kom Neistin í gongd og serliga danski skjúttin Sofie Søberg: Hon skoraði fimm útav teimum sjey málunum, ið heimaliðið skoraði restina av hálvleikinum.

Stjørnan var aftanfyri við fimm málum í steðginum og skuldi royna at hála inn í 2. hálvleiki. Stjørnan hevði eisini yvirtakið fyrru hálvu av 2. hálvleiki og kom niður á ein mun uppá tvey mál mitt í hálvleikinum. Men Neistin dró frá aftur, og Sofie og verjan koyrdi sigurin heim. Sofie Søberg skoraði 12 útav 20 málum fyri heimaliðið.

Neistin er nú ájavnt við grannarnar Kyndil í stigum. 

SMS deildin - 11. umfar:

Neistin - Stjørnan 20-15 (11-6) 

Toppskjútti: Sofie Søberg 12 mál

Støðan í SMS-deildini eftir 11. umfør:
1. VÍF (18 stig)
2. H71 (14 stig)
3. Neistin (13 stig)
4. Kyndil (13 stig)
5. Stjørnan (7 stig)
6. StÍF (1 stig)

* Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder