Hondbóltur

Neistin vann týðandi dystin á H71

Tær í bláum vendu dystinum í 2. hálvleiki í Hoyvík, tóku 2. plássið, og sendu H71 so gott sum út av finalustríðnum.

Neistin hevur fyribils tikið 2. plássi frá Kyndli
(Mynd: Sverri Egholm)

Neistin hevur fyribils tikið 2. plássi frá Kyndli (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-31 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 tók ímóti Neistanum í dagsins fyrsta dysti í SMS-deildini. Nógv var uppá spæl fyri liðini, ið stríðast við Kyndil um annað finaluplássi.

Neistin vann seinast liðini hittust, men í 1. hálvleiki í dag vóru hoyvíkskvinnur omaná og førdu við fýra málum í hálvleikinum. Neistin hevði trupulleikar við at skora í løtum fyri steðgin, men át seg innaftur sum 2. hálvleikur leið, og góðar tíggju minuttir fyri leiklok var javnleikur. Tað lá nú meira til neistakvinnur, ið veruliga fingu verjuspælið at koyra í 2. hálvleiki, og tað endaði við 23-21 sigri til tær bláu. 

Hetta var ein smeitur hjá H71, ið nú hevur trý stig upp við trimum dystum eftir á skránni. Kyndil hevur møguleikan at taka 2. plássi aftur um eina løtu. Tær í grønum taka nú ímóti VÍF, har lagt er upp til ein spennandi dyst. Neistin er sera væl við í stríðnum; einasti smeiturin í dag var, at Drós Ragnarsdóttir fór út við skaða, ið kundi sæð álvarsligur út.  

17. umfar: 
H71 - Neistin 21-23 (15-11)
Fýra leikarar skutu seks mál: Durita Toftum, Maria H. Weyhe og Marita Mortensen (H71) og Ingunn K. Persson (Neistin) 

15.00: Stjørnan - StÍF
16.00: Kyndil - VÍF

Støðan: 
VÍF 27 
Neistin 22 *
Kyndil 21
H71 19 *
Stjørnan 9
StÍF 1

*Ein dyst fleiri

Hendan greinin er løgd út kl. 16:01, og ikki 15:01, sum dagfestingin annars sigur. Hetta er orsaka av tekniskum trupulleikum í løtuni. Haldið okkum til góðar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder