Annað

Nepo sá ikki avgerandi leik – stórt mistak

Tað stendur á jøvnum í HM-kappingini í talvi, nú tvey talv eru eftir.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-04-27 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

12. talvið í HM-kappingini í Astana í Kasakstan millum russaran Ian Nepomniachtchi og kinesaran Ding Liren gjørdist ógvuliga dramatiskt.

Russarin, sum seinast tapti stórt móti norðmanninum Magnus Carlsen, kundi nærum havt tryggjað sær HM-heitið í 27. leiki, men hann sá ikki vinnaraleikin.

Næstan øll í salinum høvdu sæð leikin, men bara ikki maðurin, sum skuldi flyta.

Tá tað gekk upp fyri ‘Nepo’ at hann hevði gjørt ein rættiligan brølara, gjørdist hann ókonsentreraður, og tað tók bert fáar leikir, so hevði kinesarin vunnið talvið, og harvið javnað til 6-6 í HM-kappingini.

Teir báðir telva aftur í dag. Seinasta regluliga talvið verður leygardagin. Um ongin tá er komin upp á 7,5 stig, skulu teir avgera HM-heitið við kviktelving.

Nepomniachtchi og Liren eru teir telvarar í løtuni, sum liggjast næst- og triðovast á styrkilistanum. Norðmaðurin Magnus Carlsen liggur framvegis ovast, men eftir at hava vunnið heimsmeistaraheitið fimm ferðir, valdi hann ikki at verja heimsmeistaraheitið hesaferð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder