
Í gjárkvøldið var eykaaðalfundur hjá B68 á Svangaskarði. Sambært viðtøkum felagsins var eittans mál á skrá, – nevndarval.
Felagið skrivar á sínari síðu, at allir nevndarlimirnir seks stillaðu uppaftur og vóru ongin onnur uppskot. Sostatt heldur verandi nevnd í Tofta Ítróttarfelag fram.
Somu tiltakslimir eru eisini.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum áðrenn. Hetta við Jóhannusi Danielsen, fyrrverandi borgarstjóra í Nes kommunu, sum formanni, og Jann Inga Petersen fyrrverandi profili hjá B68 og landsliðsspælara, sum næstformanni.
Verandi nevnd tók við í september í fjør. Hetta var eftir eina tíð, har B68 hevði havt fíggjarligar avbjóðingar, og nakað av rumbli hevði verið kring felagið.
Nevndin er soleiðis manna:
Formaður: Jóhannus Danielsen
Varaformaður: Jann Ingi Petersen
Peningarøkil: Trúgvi Reinert Kjeld
Skrivari: Niclas Allan Danielsen
Ungdómsábyrgdari: Johnleif Gerðisá
Nevndarlimur: Rasmus Reinert Zachhau
Tiltakslimir:
Meinhard Fróði Højgaard
Niclas F. Davidsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald