
Sunnudagi vunnu StÍF og VÍF, men í gjárkvøldið svaraðu Neistin og H71 aftur. Teir í bláum úr Havn vunnu við einum máli í stúgvandi fullu høllini á Skála, har heimaliðið spældi uttan besta leikarain - Haruka Gima er darvað av skaða í fótínum. Í nógva larminum í Hoyvík stóð á jøvnum eftir 60 minuttir. Tað gjørdi tað eisini eftir 70 minuttir, og so var neyðugt við brotssparkskapping. Har vóru hoyvíkingar stinnari.
Les eisini:
Neistin vann aðru finaluna
Brotskastskapping koppaði til H71
Harvið er 1-1 hjá bæði kvinnum og monnum eftir tvær FM-finalur, og tað ger ikki spenningin minni.
Úrslitini merkja, at eingin avgerð fellur leygardagin, tá StÍF aftur vitjar í Høllini á Hálsi, og H71 skal til Vestmanna. Tað verður í fyrsta lagi mikudagin 21. apríl, at gullmerkjir og steyp verða handaði. Um liðini aftur vinna hvør sína finalu komandi viku, so skal tað avgerðast leygardagin 24. apríl.
Leygardagin 17. apríl
Menn FM-finala 3 kl. 16.00 VÍF – H71
Kvinnur FM-finala 3 kl. 19.00 Neistin – StÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald